Hervið verður boða frá, at árligi aðalfundurin í Sankta Ólavs kirkjuliði verður sunnudagin 17. november 2024 aftaná gudstænastuna.
Fundurin verður hildin í meinigheitshølinum í Hans Egede kirkju.
Fundarskráin til aðalfundin verður hendan:
- Val av fundarstjóra
- Val af fundarskrivara
- Góðkenning av fundarskrá
- Formansfrágreiðing
- Framløga av rokniskapi
- Val sambært viðtøkunum
- Innkomin uppskot
- Annað (tað er ikki møguligt at viðtaka nakað undir hesum punktinum)
Um onkur ynskir at stilla upp til nevndina, so skal forfólkið Jovinu Dalsgaard hava
boð um í seinasta lagi 7. november 2024 kl. 16:00.
Vegna Sankta Ólavs kirkjulið
Jovina Dalsgaard, forfólk
Tlf.nr.: 2733 5761 ella t-postur: jovina@adslhome.dk