Sunnudagin 28. august 2022 verður skipað fyri bussferð til H.C Andersens hús í Odense.
30. juni 2021 lat savnið H.C Andersens hús upp í Odense. Savnið er teknað av japanska arkitektinum Kengo Kuma og fevnir um stórt øki, innan- og uttandurða.
Havin og savnið eru flættaði saman og lata tann vitjandi fara inn og út úr veruleika og hugflogi, júst sum í ævintýrunum hjá H.C Andersen.
Fyri at kunna bíleggja atgongumerki rættstundis biðja vit um tekning í seinasta lagi 12. august til Jovinu Jovina@adslhome.dk ella Borgny bbh@km.dk. Vit fara kl. 09.00 frá Hans Egedes kirkju og eru aftur á sama staði kl. 18.00.
Prísur við inngongd, frokost og kaffi 400,-