Eftir hvørja føroyska guðstænastu bjóða vit kirkjukaffi í kirkjustovuni, sum er í hølunum yvirav kirkjuni.
Tað ber til at stuðla umvegis MobilPay: 79 49 69.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Sjálvboðin at gera ein drekkamunn í okkara kirkjuliði
Kanst tú vera við til at gera ein drekkamunn eftir guðstænasturnar?
Kirkjufólk eru fegin um at fáa ein drekkamunn og okkurt afturvið, meðan tey sita og fáa eitt hugnaligt prát í kirkjustovuni, áðrenn tey fara heimaftur.
Hetta er sjálvboðið arbeiði. Í køkinum er øll neyðug útgerð og góð uppvaskimaskina.
Uppgávan er:
- At møta ein tíma tíð áðrenn guðstænastuna, ið byrjar kl. 14, og seta kaffi og te útá til eini 30 fólk.
- At baka kaku ella breyð/bollar og hava okkurt afturvið. Tað ber eisnini til at keypa hetta, Kirkjuliðið rindar útreiðslurnar, goym kvittering/ar.
- At borðreiða á rulliborði. Vít brúka einnýtisservicu ella steintoy; brúka vit steintoy, skal tað vaskast upp, áðrenn vit fara avstað.
- At rudda av í kirkjustovuni og køkinum eftir drekkamunnin. Alt er liðugt umleið kl. 16.30 – 17.00.
Hevur tú hug til at taka hond í, so er tú vælkomin at seta teg í samband við:
Selmu Ranghamar, t-post: selma@olivant.fo