Marna Egholm avloysir í oktobur til desembur 2024


Eg fegnist um at byrja at starvast, sum føroyskur prestur í Keypmannahavn, meðan Borgny Brünnings-Hansen er í lestrarfarloyvi seinasta ársfjóðring í 2024.

Tey flestu kenna meg av tí, at eg havi havt gleði av at vera partur av føroyska kirkjuliðnum í Hans Egede Kirkju í mong ár, sum kórdeknur. Tað kennist, sum ein heimkoma at byrja hesa nýggju tíð aftur, sum ein aktivur partur av kirkjuliga felagsskapinum.

Seinastu hálvtriðju árini havi eg nomið mær kunnleika og royndir, sum virkandi sóknarprestur í Bov prestagarði, Suðurjyllandi. Frammanundan mínum yrki, sum sóknarprestur, havi eg eina bakgrund innan grannskoðan og roknskap, førleikar og vitan, ið eri hentir eginleikar eisini, tá ein starvast í fólkakirkjuni. Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri átrúnað, sosialum arbeiði, liturgi og sálmasangi. Eg gleði meg til at nýta hesa vitan í arbeiðinum framyvir.

Í starvstíðini skal eg veita dyggan stuðul til føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn, m.a. halda føroyska gudstænastu 1. og 3. sunnudag í mánaðinum, arbeiða fyri at tryggja, at okkara tiltøk framhaldandi eru málrakin og viðkomandi fyri okkara limir. Eg gleði meg til at samstarva við øll í kirkjuni og at leggja leistin til og stuðla upp undir ein framhaldandi vøkstur og menning av okkara kirkjuliga felagsskapi.