Prestur

Borgny Brünings-Hansen

(Hon er í farloyvið frá oktober til desember 2024. Marna avloysur í hesum tíðarskeiðnum.)

Hon er ættað úr Dali á Sandoynni, hevur verið prestur í donsku fólkakirkjuni síðan 2005, og hon hevur verið prestur hjá føroyingum í Danmark síðan 2016. Arbeiðið fevnir eisini um teir føroyingar, sum koma niður í sjúkraørindum, og avvarðandi teirra. Borgny hevur saman við øðrum andakt á sjúklingahotellinum Tórshavn annaðhvørt hóskvøld. Eisini hevur hon føroyskar gudstænastur í Hans Egede kirkju.

Borgny kann hittast á telefonnummar 51 35 51 90 ella teldupost bbh@km.dk.

 

 

 

Marna Leila Vandsdal Egholm

Hon er avloysara prestur fyri Borgny í tiðarskeiðnum frá oktober til desember 2024. Hon átekur sær av somu uppgávum, ið hoyra herundir, t.d. føroyingar, sum koma niður í sjúkraørindum, og avvarðandi teirra. Marna hevur saman við øðrum andakt á Sjúklingahotellinum Tórshavn annaðhvørt hóskvøld. Eisini hevur hon føroyskar guðstænastur í Hans Egedes kirkju.

Hon hevur verið deknur hjá Sankta Ólavs kirkjuliði og hevur verið sóknarprestur í Bov, Suðurjyllandi í 3,5 ár. Hon hevur eina yrkis bakgrund innan grannskoðan og roknskap. Hennara áhugi er stórur innan átrúnað, sosialum arbeiði, liturgi og sálmasangi.

Marna kann hittast á telefonnummar 28 70 83 42 ella teldupost: mlve@km.dk