Tær góvu lív – Bókaframløga og tapas í Føroyahúsinum

Sankta Ólavs kirkjulið og føroyska kvinnufelagið í Keypmannahavn skipa fyri áhugaverdum og týdningarmiklum tiltaki í Føroyahúsinum týskvøldið 22. oktobur kl. 18.00.

”Tær góvu lív” er heiti á bók eftir Rigmor Restorff Dam og rithøvundurin kemur í Føroyahúsið at siga frá.

”Hon doyði í barsilssong”… Hesi fáu larmandi orðini vóru í nógvum førum einasta eftirmæli yvir kvinnurnar, sum lótu lív í barnferð.

Lagnur teirra hava søguliga verið umgirdar av tøgn og trauma. ”Tær góvu lív” er føroysk kvinnusøga og gevur eina fjølbroytta mynd av fyribrigdinum barsilsdeyði; søguliga og heilsuliga, sosialt og sálarliga.

Skrá fyri kvøldið:

17.30 – Dyrnar lata upp

18.00 – Vit borðreiða við lekrum tapas

19.00 – Framløga við Rigmor Restorff Dam

20.00 – Kaffe/Te og okkurt søtt omaná

Vín, øl, sodavatn o.a. kann keypast í barrini.

Kostnaður fyri fyrilestur og tapas: 250 kr. pr. persón og 200 kr. fyri limir.

Meira um fyrilesturin og tilmelding áðrenn 10. oktobur: Føroyahúsið Tær góvu lív – Bókaframløga og tapas.