Ungdómsguðstænasta í Keypmannahavn

EIN NÝGGJ BYRJAN er yvirskriftin á føroyskari ungdómsguðstænastu, sum verður í Hans Egedes kirkju.

Skúlaárið er nú aftur farið í gongd og nógv ung føroysk lesandi eru í Keypmannahavnarøkinum. Guðstænastan vendir sær til lesandi og onnur ung. Tað er studentapresturin í Føroyum, Ann Hermannsdóttir, sum hevur guðstænastuna.

Tónleikurin fer at vera meira rútmiskur, enn vit kenna frá vanligum guðstænstum. Ungdómar, sum hava lisið ella eru undir lesnaði í Keypmannahavn, syngja.

Aftaná er ein hugnaløta við drekkamunni í kirkjusalinum.

Hans Egedes kirkja bústaður: Vardegade 14, 2100 København Ø.

Stutt frá Nordhavn Metro og S-tokstøð. Bussarnir 14 og 23 steðga eisini tætt við.